Útoyggj og Suðuroy: veiting innan 7 dagar. Restina av landinum: veiting innan 3 dagar.

Nethandil er í gerð - feilir kunnu fyrikoma - haldið okkum til góðar.

Ókeypis útbering allan februar

Your cart

Your cart is empty

Elsa

Regular price 750,00 kr
Unit price
per 

Mynstrið Elsa er teknað av Vár Arge Seloy. Tá Niels L. Arge teknaði silvur, uppkallaði hann døtur sínar Birgit og Sonju. Triðja dótturin Elsa, fekk ikki nakað silvur uppkallað eftir sær, av tí at hon var ein sannur "Víkingur". Nógv ár seinni, í 2013, varð eitt silvur "endiliga" uppkallað eftir Elsu. 

OBS! Veiting av silvur til føroysku klæðini til kvinnuna er 12 mánaðir. Við bílegging kanst tú gjalda 1/3 av samlaðu upphæddini ella fulla upphædd. 

Ynskir tú at geva silvur í gávu, er eisini møguligt at keypa gávukort, undir "onnur vøra". 

Silvurið til føroysku klæðini til kvinnuna

Eitt møtlaspenni
Ein brosja
Átta mallur
Eitt beltaspenni
Ein stimi

Prísyvirlit

Møtlaspenni: 2.645/stk

Brosja: 2.700/stk

Malla: 750/stk

Beltaspenni: 4.850/stk

Stimi frá: 1.350/stk

Skógvaspenni: 2.875/parið

8 mallir, brosja og beltaspenni: 13.550,-

Tax included.