Útoyggj og Suðuroy: veiting innan 7 dagar

Restina av landinum: veiting innan 3 dagar

Ókeypis útbering allan januar

Your cart

Your cart is empty

Vit eru errin

...og takksom fyri álitið okkum var givið á sumri 2025, tá vit sniðgóðu og smíðaðu hálsketu, oyralokkar og armring til Mary Drotning. Alt er gjørt í hond á okkara verkstaðið í Havn. Armringurin er av mynstrinum "Birgit". Eg og tú kunnu ogna okkum ein líka armring sum Mary, ímeðan hálsketan er sergjørt, bert til Mary Drotning. Vakra silvurið Mary er í, hava vit eisini framleitt á okkara verkstaðið í Havn.

"Lidt Royal har man vel lov til at være"

Á myndini síggjast donsku prinsessurnar og prinsarnir í silvuri sum vit hava sniðgjørt og framleitt á okkara verkstaðið í Havn. Prinsessa Isabella hevur silvurið "Rigmor" og prinsessa Josephine hevur silvurið "Fía". Prinsarnir Christian og Vincent eru í silvur knappum, sum vit hava framleitt.

Pakka silvurið inn í húsarhaldsfilm

Tá Ólavsøka, brúdleyp og aðrar veitslur eru av, og tú ikki skal í Føroysku klæðini í eina tíð, er eitt gott hugskot at pakka silvurið til tann føroysku klæðini inn í húsarhaldsfilm. Um silvur fær frið at liggja frítt frammi, oxyderast tað og kann blíva næstan svart. Húsarhaldsfilmur ger, at tú einans nýtist at kela eftir við einum pussiklúti, næstu ferð tú skalt í búnan.