Útoyggj og Suðuroy: veiting innan 7 dagar

Restina av landinum: veiting innan 3 dagar

Ókeypis útbering allan januar

Your cart

Your cart is empty

Heilt aftur í 1932

…setti ein lítillátin Niels L. Arge eina lýsing í Dimmalætting. Nú var verkstaður við ur-, optik-, gullsmið- og graveringsarbeiði, latin upp í Klokkarastovu við Bringsnagøtu.

Longu í 1935

… var fyritøkan vaksin somikið, at Niels flutti fyritøkuna oman í nýggj høli á Kongabrúnni, sum so hevur verið høvuðssætið fyri virksemið líka síðani.

Á sumri í 1959

… fekk Niels tann heiður at smíða silvur til krúnprinsessu Margretu, sum vitjaði í Føroyum við foreldrunum. Tað var náttina til 17. juni, at hann teknaði víðagitna beltaspennið og mynstrið "Víking". Eftir hetta hevur Niels L. Arge framleitt silvur til føroysku klæðini hjá allari tí donsku kongaligu familjuni.

kongaligt silvur

Síðani Víking varð sniðgivið og smíðað til krúnprinsessuna, hevur øll kongaliga familjan fingið silvur frá okkum. Táverandi krúnprinsessa Mary fekk eitt serliga smíðja silvur, tá hon vitjaði fyrstu ferð í Føroyum. Sniðgevarar vóru Astrid Andreasen, dóttir hennara og Thomas Arge. Isabella prinsessa hevur mynstrið "Rigmor" og Josephine prinsessa hevur mynstrið "Fía". Somuleiðis hava prinsarnir silvur knappar og spennir frá okkum.

Øll mynstur uppkallaði

Tey trý klassisku mynstrini hjá Niels L. Arge eru Víking, Sonja og Birgit. Tey eru uppkallað eftir døtrunum hjá Niels, sum fingu fyrstu settini. Tó var mynstrið Víking ikki uppkallað eftir Elsu. Hon fekk tó eina serliga, persónliga útgávu av mynstrinum frá pápa hennara.

Í 1974

… tekur Thomas Arge, sonur Niels L. Arge, yvir handilin, eftir at pápin doyr. Thomas var sera fittur í hondunum. Hann var útbúgvin silvur-, gull, ursmiðjur og optikari. Thomas doyði brádliga í 2004, og nógv liggur eftir hann. Umframt at hann var sera hegnigur í at graverað í hond, teknaði og farmleiddi hann serbíleggjingar fyri fólk, fyritøkur, land og kommunir. Komu kend fólk til Føroya at vitja landstyri og onnur, var Thomas ofta biðin um at sniðgeva og framleiða eitthvørt prýði til teirra.

Brosja til vígdis

Her sæst mynd av brochu sum Thomas hevur sniðgivið og framleitt til Vígdis Finnbogadóttir, forseta Íslands, sum var í Føroyum og vitjaði Føroya Landstýri. Hettar er bert eitt dømi um eina vakra serbílegging.

Og í 1986

… var Niels L. Arge við á stóru framsýningini "Færøerne í fokus" í Keypmannahavn. Eftir framsýningina kom verulig gongd á eftirspurningin eftir silvuri til tey Føroysku klæðini og framleiðslan vaks. Enn tann dag í dag, eru somu mynstur sum í 1986, tey mest seldu; Víking, Birgit og Sonja.

Í 2003

… yvirtók Hildur Arge, dóttir Thomas, handilin, og rekur hann enn tann dag í dag. Vár Arge Seloy, dóttir Hildur, hevur eisini ein týðandi leiklut í fyritøkuni. Hildur er 3. ættarlið ið eigur og rekur familjufyritøkuna.

Nógv vatn er runnið í ánna

… síðani Niels L. Arge byrjaði sítt virksemið í 1932. Enn tann dag í dag, framleiða vit silvur til kvinnur, menn og børn, á egnum verkstaðið í Havn, við næstan somu amboðum sum í 1932.

Føroysk framleiðsla

Vit eru errin av at siga frá, at vit eru einasta fyritøka sum freimleiðir silvur til tey føroysku klæðini, á egnum verkstaðið, í Føroyum.