Útoyggj og Suðuroy: veiting innan 7 dagar. Restina av landinum: veiting innan 3 dagar.

Ókeypis útbering á keyp yvir 800kr

Tín kurv

Tín kurv er tóm

ONE OF A KIND OYRNALOKKUR Small Heart Drop no. 2

Vanligur prísur 1.145,00 kr
Eindarprísur
pr. 

Ein blíður og dreymandi oyrnalokkur í køldum, ljósum litum. Ovast glitrar ein mánasteinur við sínum eyðkenda bláliga skini, sum fangar ljósið á ein undurfullan hátt. Í miðjuni situr ein bláur opal, hvørs fíni litur geislar av ró og klárleika, og niðast endar smúkkan við steininum akvamarin, sum stendur fyri harmoni og javnvág.

Tey trý hjørtuni mynda saman eitt fínt og poetiskt útlit – ein smúkka, sum kennist lætt og kvinnulig, men sum samstundis hevur styrki og dýpd.
Fullkomin bæði til ljósar várlitir og kaldar vetrarlitir, har bláu og hvítu steinarnir spæla elegant saman.

  • Longd: umleið 3,5 cm
  • Tilfar: 925 sterling silvur, forgylt við 14 kt gulli
  • Einstakt: Hvør steinur er natúrligur, og liturin kann vera eitt sindur ymiskur
  • Steinar: mánasteinur, bláur opal og akvamarin
  • Vekt: 2 gramm
Mvg írokna.